Í dag 20. desember fyllir Sonja Klein fyrrverandi sóknarprestur í Havnar kirkju 70 ár.
Tað skrivar fólkakirkjan á netinum.
Sonja var kandidatur í gudfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1980. Tey fyrstu árini eftir lesturin arbeiddi Sonja m.a. sum háskúlalærari í Haslev, har maðurin Holger Arnbjerg eisini var lærari.
Sonja var prestvígd í Havnar kirkju 27. juni í 1993. Sonja var eitt skifti prestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, áðrenn hon gjørdist sóknarprestur í Havnar kirkju, dómkirkjuni, 1. februar 1996.
Tíðliga í heyst boðaði Sonja Klein frá, at hon fór at gevast í embætinum 31. desember í ár, eftir at hon var vorðin 70 ár
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo