Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ein amerkianskur dómari hevur steðgað royndini hjá familjuni hjá Whitney Houston at selja Emmy-standmyndina hjá tí deyðu poppstjørnini, skrivar Page Six.

Uppboðssølan av standmyndini, sum Whitney Houston vann í 1986, skuldi eftir ætlan vera fríggjadagin.

- Vit hildu, at vit høvdu rættin á okkara síðu, men nú er standmyndin tikin av listanum hjá uppboðssøluni og send aftur til familjuna Houston, sigur ein talspersónur hjá Heritage Auctions við netsíðuna Page Six.

Tað er The Television Academy sum stendur fyri útbýtanini av Emmy-virðislønunum, sum fór rættarinnar veg fyri at steðga uppboðssøluni. Grundin er, at í smb. við útbýtanina av Emmy-virðislønum, so skulu allir vinnararnir undirskriva eitt skjal sum sigur, at tá vinnarin er deyður, so skal familjan lata Emmy-standmyndina aftur til The Television Academy, sum so goymir standmyndina 'til minnis um móttakaran'.

Heritage Auctions vildu tó vera við, at nógvar Emmy-standmyndir eru seldar gjøgnum tíðirnar og tey halda tað vera undarligt, at The Television Academy ikki skal reagera fyrr enn nú.

Mett varð, at standmyndin kundi geva upp til 100.000 krónur á uppboðssøluni, sum nú altso er avlýst.

Hetta skrivar norska VG

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo