Í gjár vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Virðislønir vórðu lætnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
Fyri veðragjólingar vann Tummas í Niðristovu í Vestmanna.
Fyri veturgamlar veðrar vann Esmar Sørensen av Viðareiði.
Fyri eldri veðrar vann Øssur Andreasen í Kvívík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo