![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/4/csm_Amatoroyar_01_3c3cff8992.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/4/csm_Amatoroyar_01_3c3cff8992.jpg)
- Hvat bagir teimum í Vágum? Tey fingu ein tunnil, tey hava Flogvøllin, og Marjus Dam, spyrja teir báðir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen frá Amatøroyar, sum er einasta satira, sum í dag er á føroyskum.
Umframt Vágar, so eru evnini familian í Skorini, sum hevur tikið patent uppá Holocaust, Joel undir Leitinum, sum gongur í Dr. Martens skóm og aldri hevur tosað við ein postmann, og Sólfinn Hansen, sum hevur ilt í reyvini av øllum, sum gongur væl í Havn.
Og so kaffilatte borgarar í Havn, sum ikki vita at skrell er til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo