Niðurlendski fótbóltsleikarin Wesley Sneijder hevur havt eina imponerandi karrieru, men ikki alt hevur verið dansur á rósum.
Tað kemur millum annað fram í ævisøguni hjá Sneijder sum kemur á marknaðin í heimlandinum fríggjadagin, skrivar noska Nettavisen.
Í bókini greiður fótbóltsprofilurin frá sínum egna alkoholmisbrúki og lívinum, tá ið hann undirskrivaði við Real Madrid í 2007.
- Eg var ikki greiður yvir at tað at fara til Real Madrid var eisini at fara til náttarlívið í Madrid. Eg var drigin inn í tað. Eg elskaði suksessina og uppmerksemi, skrivar Sneijder í bókini sum millum annað er umtalað av enska Daily Mail.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo