Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kervið Records: Síðan Eysturoyartunnilin lat upp í 2020 hava koyrandi havt møguleika at lurta eftir nýskapandi ljóðmyndini, ið Jens L. Thomsen skapti til tunnilin. Nú kann ljóðmyndin fyri fyrstu ferð hoyrast á landi, tí hon er júst vorðin prentað á plátu. Plátan kemur út uttanlanda t. 26. januar 2024, men er longu tøk í Føroyum.

Slóðbrótandi ljóðmyndin “Æðr” bleiv skrivað til undisjóvartunnilin, ið sambindur Eysturoynna og Streymoynna. Eins og við aðrari list hjá Jens L. Thomsen er talan um eina staðbundna ljóðmynd, ið ikki einans fær íblástur úr tunlinum, men virkar í samværi við tunlinum. Ljóðini í ljóðmyndini eru upptikin í tunlinum, bygnaðurin avspeglar longdina á tunlinum, og rútmikkurin fylgir lampunum, ið fara framvið, meðan tú koyrir. Eisini miðilin, hvussu ljóðið røkkur lurtaran, valdi Jens at konseptualiesera kring tey útvarpstól, ið longu vóru í bilunum, sum koyrdu gjøgnum tunnilin. “Æðr” er eitt eindømi innan ljóðlist og er einasta ljóðmynd av sínum slag í heiminum.

Jens greiður frá um plátuna: “Eg ynskti at geva tunnilinum eina rødd, og tí eru allir partar av ljóðmyndini fast knýttir at tunlinum. Av tí at tú ikki kanst steðga í tunlinum, kanst tú einans hoyra ljóðmyndina, meðan tú koyrir. Tá eg avgjørdi at útgeva ljóðmyndina, valdi eg tí at prenta hana á eina plátu, ið eisini má flyta seg, fyri at tú kanst hoyra tónleikin. Rørsla gerst tí neyðug fyri at hoyra ljóðmyndina.”

Jens er eisini konsertaktuellur við ORKA, ið spælir útgávukonsert á loftinum hjá El-Service á Skála t. 22. desember.

Plátufelagið Kervið útgevur “Æðr.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo