![Sleipnir](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/a/csm_Sleipnir_941afac3a9.jpg)
![Sleipnir](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/a/csm_Sleipnir_941afac3a9.jpg)
Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof.
Grundgevingin fyri valinum er, at vinnandi uppskotið á ein áhugaverdan og hugfangandi hátt lýsir áttabeinta hestin Sleipnir.
Búmerkið er eyðkent og týðiliga sniðgivið. Úttrykkið er einfalt við linju og rørslu og peikar bæði aftur í tíð og fram í tíð. Búmerkið er sera prentvinarligt.
Nevndin takkar fyri nógvu og góðu uppskotini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo