Tað eru langar bíðirøðir á Marknagilsvegnum í morgun, tí tey lesandi á Glasi órógva ferðsluna. Tey hava sonevndan skulkidag.
Hetta er ein siður, sum helst byrjaði í Hoydølum, har ferðslan til Havnar var órógva í eina løtu, tí at tey lesandi foraðu ferðsluni, men við einum smíli og oftani bjóðandi karamellur ella okkurt líknandi til ørgu bilførararnar.
Politiið er á staðnum og syrgir fyri, at ampin av tiltakinum hjá teimum lesandi er ikki størri enn neyðugt, tá umstøðurnar eru, sum tær nú eru, frættir VP.
Vit frætta eisini, at aðrir miðnámsskúlar kring landið hava tikið siðin upp og eisini hava skulkidag í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo