Danska skúlaskipið Georg Stage liggur í kvøld á Runavík.
Talan er um trýmastraðan fullriggara, og hetta er hvørki fyrstu- ella aðruferð, at skipið vitjar í Føroyum.
Føroyaferðin hjá Georg Stage byrjaði hesaferð 11. juni, og tað er óvist hvussu leingi hon varar - tað veldst alt um korona støðuna, sæst á heimasíðuni hjá skipinum.
Talan er um heimsins elsta skúlaskip, siga tey. 1882 var árið, tá lagt varð frá landi fyrstuferð, og hevur skipið, ella rættari sagt navnið, siglt líka síðani. Tí í 1934 varð nýtt og størri skip bygt í Frederikshavn, og tað er hetta skipið, sum siglir enn og vitjar í Føroyum í hesum døgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo