Evnið í ár er umhvørvið: “Ein grønari kommuna”. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum.
Sum so mangt annað ávirkar korona eisini Eldradagin. Hetta ber m.a. í sær, at almennu tilráðingarnar um savning skal haldast. 100 fólk kunnu verða í stóra salinum og 49 í minna salinum. Tískil er neyðugt at fólk melda seg til eldradagin. Tilmelding verður tøk mánadagin.
13.00-13.20 Tiltak á Rennibreytini
Skipað verður fyri rørsluátaki, Heilsuhúsið skipar fyri. (fyri tey, ið ikki kunnu luttaka, er NLH opið frá kl. 13.00)
13.30-13.40 Forkvinnan fyri Eldraráðið Katrin Holm bjóðar vælkomin
13.40-13.50 Annika Olsen setur dagin, aftaná verður sungið: Nú skínur sólin bjarta.
14.00-14.20 Halla av Rana Áargarð, umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar Kommunu tosar um træplanting og eini grønari kommunu
14.25-14.35 Jóhannes Andreasen spælir
14.35-15.00 Gunnhild Dahl Niclasen hugleigur um endurnýtslu. Møguleiki at seta spurningar.
15.00-15.45 Steðgur. Høvi verður at keypa okkurt smávegis til matna í kafeini hjá systrunum.
15.45-16.15 Turið Horn, fk. í trivnaðarnevndini. Turið og journalisturin Katrin Petersen hugleiða um eina grønari kommunu. Turið greiður fyri ætlanum hjá Tórshavnar Kommunu og Katrin setur spurningar. Fólk í salinum hava eisini høvi at seta spurningar.
16.20-16.30 Jóhannes Andreasen spælir
16.30-17.00 Marius Rein hugleiðir um Havnina fyrr
17.00-17.30 Sangur og tónleikur. Dagurin endar.
Fráfarandi nevnd takkar fyri seg.
Nakrir felagssangir verða sungnir ml. tiltøkini. M.a Sára, eitt sunnukvøld í plantaguni, á mønu tjaldsins stari, nú skínur sólin bjarta og nú dagurin at enda er.
Tekstirnir verða vístir á stórskýggja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo