Eftir tvær flogvanlukkur sum kostaðu tilsamans 346 fólkum lívið, fekk hetta slagið av flogførum heimsumfatandi forboð fyri at flúgva í mars 2019.
Men nú sleppa tey aftur á flog, eftir at amerikanski flogmyndugleikin, FAA, hevur góðkent tær broytingarnar, sum verksmiðjan hevur framt. Flogførini skulu tó øll tillagast, áðrenn tey sleppa á flog.
Í fyrstu syftu eru tað flogfør í USA sum fara aftur á veingirnar, men eygleiðarar innan flogvinnuna siga, at forboðið uttan iva skjótt eisini verður avtikið í Europa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo