Tann 16. juli hevði Mikkjal Godtfred verið skipari á Ruth HG264 í 25 ár, boðar reiðaríið frá.
- Reiðaríið takkar Mikkjali og manningini fyri trúfesti hesi mongu árini og fyri allan fongin, ið Mikkjal hevur ført til lands.
- Torført er at siga neyvt, hvussu nógv tons Mikkjal hevur ført til lands – men Mikkjal var við tey ringu árini í 1990-unum, tá ið fiskiskapurin var ringur av kvotunum, sum tíbetur var broytt, tá IOK-kvoturnar komu, soleiðis at til bar at uppkeypa kvotur, so manningin kundi skifta og fáa møguleika at vera heima hjá familjuni helvtina av tíðini, sigur reiðaríið Ruth A/S.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo