Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Synergi: Hvussu er á tykkara arbeiðsplássi, tá tað kemur til talgildir vanar? Gera tit bara sum best ber til?

So er tað nú, tit eiga at nýta høvi og koma á skeið, so tit fáa íverksett sunnir, talgildir vanar á arbeiðsplássinum (og heima).

Imran er ein bergtakandi fyrilestrahaldari, sum megnar at lýsa talgilding á ein sera áhugaverdan hátt.

Hann er fremsti serfrøðingurin í Danmark innan økið og er útbúgvin serlækni í almennari læknafrøði. Hann hevur skrivað bestseljararnar “SLUK”, “Offline”, "Sunde vaner – skabt med vilje” og til seinasta bestseljaran “Mærkbarhed”.

Ørkymlandi hagtøl
Globalt brúka 16 - 64 ára gomul í miðal 6 tímar og 37 min. um dagin frammanfyri skermin. Harav hyggja vit í snildfon 3 tímar og 46 min.

Visti tú:

#1 At vit hyggja í telefonina 58 ferð um dagin, harav 30 ferð í arbeiðstíðini?

#2 At vit í miðal brúka 1 minutt og 15 sekund hvørja ferð vit hyggja í snildfonina? Og at hetta merkir, at vit í minsta lagi brúka 37,5 min. um dagin í arbeiðstíðini uppá ymiskt á snildfonini? 

#3 At 89% kanna snildfonina meðan vit eru sosialt saman við øðrum

Keldur: #1 og #2 blog.rescuetime.com, #3: Pewresearch.org,  #4: Pewresearch.org,  Independent

Kom á skeið og fá íverksett sunnir, talgildir vanar á arbeiðsplássinum (og heima).

Bílegg áðrenn 12. september og rinda einans kr. 1.160 + mvg.

Skeiðið byrjar at fyllast, so bíða ikki ov leingi!

Eru tit fleiri, set tykkum í samband við Synergi og fá tilboð. Bílegg HER! ella á www.synergi.fo. Til ber eisini at ringja á tlf. 322355.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo