Fáir syndarar eru frelstir, aftaná at prestur hevur prædikað í 20 minuttir
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Eitt starv sum køkshjálp í Løgtinginum 25 tímar um vikuna er leyst at søkja til setan frá 1. novembur í ár ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
At vera til hjálpar í sambandi við tilgerð og servering av mati í matarhøllini. Talan er í høvuðsheitum um fyrireikan av morgunmati og ábiti á middegi, umframt at gera kaffi v.m. til fundir. Umframt hetta er uppgávan eisini at avloysa starvsfólkið í matarhøllini, tá viðkomandi ikki er tøk. Starvstíðin er vanliga gerandisdagar frá kl. 8-13.

Førleikakrøv:
Tað eru eingi formlig útbúgvingarkrøv í sambandi við starvið, men áhugi og hegni at fáast við mat og matgerð er ein fortreyt, eins og at tær dámar væl at veita eina góða tænastu, og at tú kanst samskifta á føroyskum. Viðkomandi royndir frá slíkum arbeiði eru eisini ein fyrimunur.

Setanartreytir:
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn:
Umsóknir saman við møguligum prógvum og ummælum skulu sendast Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3, Boks 208, 110 Tórshavn ella í telduposti til: starv@logting.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. septembur 2024, kl. 12.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tel. 520294 ella Hansinu Hansen, kantinustarvsfólk á tel. 282531.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo