At forlagið Føroya Met í tólv ár á rað gevur bókina út, er prógv um, at hon er væl umtókt.
Í hesi bókini eru fjúrtan frásagnir, og eins og í bókunum, ið áður eru komnar út við sama heiti, eru frásagnir frá fólki kring landið, sum hava verið úti fyri einari ella fleiri skelkandi hendingum í lívinum, har tað hevur staðið um lív.
Eitt nú sigur hvalbingur frá hending úti í Lítlu Dímun, tá ið hann var ungur, hvar tað stóð illa til, tí menninir sluppu ikki av aftur oynni.
Sagt verður frá smádreingi í Sørvági, sum misti lívið av mortergranat.
Strandingur, sum var raktur av hørðum ravmagnsstoyti.
Skelkandi hending við Eysturgrønland, har skiparin fór í havið og kom fyri skrúvuna.
Bókin er at fáa í bókabúðum kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo