Synergi: Sigmund Poulsen, sum helst er okkara fremsti løgfrøðingur innan starvsfólkaviðurskifti, fer á hesum skeiðinum at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku.
Vit koma m.a. inn á dagpengareglur, løn undir sjúku, uppsøgn vegna sjúku, sjúka undir feriu, 120-daga reglan, partvís sjúkramelding, sjúka í sambandi við graviditet, sjúkrafráboðan v.m.
Eitt sera viðkomandi skeið fyri teg sum arbeiðsgevara.
Tað kann spara nógva tíð og eisini pening, at hava skil á sjúkrufráverureglunum.
Kom á skeið 29. november kl. 09. – 13.30 og fá skil á reglunum. Avmarkað pláss.
Tekna teg HER ella á www.synergi.fo . Tú ert eisini vælkomin at ringja 322355.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo