Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Svar uppá Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygningi hjá Sjóvinnustýrinum.

Spurningurin var soljóðandi:

1. Verður byggingin av umsitingarbygninginum til Sjóvinnustýrið boðin út innan árslok 2020?

2. Er møguligt hjá almenninginum at síggja tekningar av projektinum?

3. Er hædd tikin fyri, at bygningurin nøktar framtíðartørvin innan sjóvinnuumsiting?

Svar:

AD 1) Ætlanin var at fremja útboðið í viku 50, men ynski um smærri broytingar í byggiskránni gera, at útboðið verður í viku 2 í januar.

AD 2) Nýggi umsitingarbygningurin til Sjóvinnustýrið verður boðin út sum heildararbeiðstøka, tvs. at útboðsvinnari teknar, projekterar og byggir bygningin. Tá tekningarnar eru gjørdar, ber til hjá almenninginum at síggja tekningarnar.

AD 3) Bygdur verður ein nútímans bygningur, sum lýkur øll krøv til slíkar bygningar og slíkt virksemi. Mett verður, at talan verður um framtíðartryggjaða loysn, har møguleiki verður fyri at byggja út, t.d. um virksemið hjá Sjóvinnustýrinum økist ella um nýggjar uppgávur verða lagdar til stovnin.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo