Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað vóru rungandi lógvabrestir at hoyra av áskoðaraplássunum í Býráðssalinum í gjárkvøldið, tá Tórshavnar býráð endaliga samtykti nýggja Musikkskúlan, sum hevur verið viðgjørdur í minst tveimum av undanfarnum setum í býráðnum, uttan at finna eina endaliga loysn.

- Vit sum starvast í Tórshavnar Musikkskúla eru sera fegin um, at eitt samt býráð nú hevur tikið endalig stig til at byggja nýggjan musikkskúla. Henda avgerð fer at vera til gleði og gagns fyri næmingar, lærarar, foreldur - ja, allar borgarar í høvuðstaðnum, segði Andrea Heindriksdóttir, leiðari á Musikkskúlanum, eftir samtyktina.

- Nýggi skúlin fer at lata upp fyri framsóknum átøkum innan tónleikaundirvísing, sum avmarkaðu hølini í dag ikki klára, og skúlin fer heilt vist at hýsa nógvum kreativum virksemi, segði hon.

Skúlin kostar slakar 90 miljónir, 26 miljónir eru tøkar, og restin verður fíggjað við sløkum 45 miljónum í 2018 og 18 miljónum í 2019. Skúlin er vorðin eitt sindur størri enn upprunaliga ætlað. Høllin kann hýsa stórum framførslum. Upp móti 800 næmingar koma at hava sína dagligu gongd her.

Flestu býráðslimir fegnaðust um staðsetingina í umhvørvinum við Landavegin við m.ø. Skúlanum á Fløtum og Glasir sum grannum. Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini, førdi m.a. fram, at Musikkskúlin var meira enn ein skúli, men eisini eitt vælegnað mentanarhús við rúmd fyri nógvari aðrari list.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at taka undir við at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Húsavarðartænastuni. Málið varð sum væntað einmælt samtykt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo