Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Signar í Homrum hitar upp til framførsluna hjá Uriah Heep í Føroyum tann 22. september. Signar fer at tulka sangir hjá Creedence Clearwater Revival, sum hevði sína stórtíð um sama mundið, sum Uriah Heep fekk fótin fyri seg á altjóða rockpallinum.

– Mín áhugi fyri Creedence byrjaði tíðliga, og eg lurtaði eftir teirra kendastu sangum – »Proud Mary«, »Have You Ever Seen The Rain« og hinum. Tá ið eg so hoyrdi sangin »As Long As I Can See the Light«, var eg púra seldur. Røddin hjá John Fogerty er ektað og innlig, og eg kann framvegis tann dag í dag fáa gásarhold, tá ið eg hoyri tann sangin, sigur Signar í Homrum.

Hann fer sum solistur at spæla nakrar av kendu sangunum hjá Creedence, áðrenn Uriah Heep tekur pallin.

– Eg eri sera fegin um, at eg sleppi at spæla á konsert saman við Uriah Heep. Teirra rocktónleikur er framúr góður, og teir teljast millum teir stóru bólkarnar í bretsku rocksøguni. Tí er tað ein heiður at sleppa at hita upp fyri teir, sigur Signar í Homrum.

Konsertin við Uriah Heep verður í Dansifrøi leygarkvøldið 22. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo