Flogbóltssamband Føroya: Føroya Tele-deildin, menn: Fleyr – SÍ 0-3 (19-25, 23-25, 20-25)
Í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið vann SÍ sannførandi 3-0 á Fleyr og setti seg á seinna finaluplássið – eitt stig frammanfyri ÍF á triðja plássi. Fitt av fólki hevði leitað sær í høllina – størri parturin sørvingar, sum eisini høvdu trummur við at stuðla sínum liði.
SÍ legði bragdliga fyri og vann seg upp á 8-2 í fyrsta setti og hugdi ikki aftur um bak, og settið var vunnið 25-15.
Fleyr, sum framvegis hevði ein matematiskan møguleika at vinna seg í finalurnar, tóktist kortini ikki sum eitt lið, sum trúði stórvegis upp á tað, tí SÍ hevði alt ov lætt spæl.
Gongdin var júst tann sama í øðrum setti, sum í tí fyrsta, og brátt var 12-4 og 20-13 til SÍ. Men so var tað, sum ein neisti birti undir vónina aftur á Fleyr-liðnum, og kropsmálið var heilt eitt annað at síggja til, og Fleyr bardi seg heilt upp á 23-24. Men so brast servan frá Fleyr í netið, og SÍ vann settið 25-23.
Góða gongdin hjá Fleyr helt fram í triðja setti, og havnarliðið fylgdi við til 15-16, men so gjørdi SÍ eitt skarvslop og legði seg á odda 22-16, áðrenn settið var vunnið 25-20.
Finalur um finaluplássið
Hvør dystur hjá finalu-biðlunum, ÍF og SÍ, verður nú at meta sum ein finala fyri at koma í sjálvar FM-finalurnar. Sum Fleyr spældi í gjárkvøldið, so er ilt at hugsa sær, at teir fara at taka stig frá ÍF ella SÍ, og so verða tað dystirnir ímóti Mjølni – sum verður hitt finaluliðið – sum fara at avgera, hvørt tað verður SÍ ella ÍF, sum kemur í finalurnar. Bæði liðini hava júst tey somu liðini eftir at leika ímóti. Tey eru Ternan, Fleyr og Mjølnir.
Írestandi dystirnir:
09/03 Fleyr-Mjølnir
09/03 SÍ-Ternan
12/03 Ternan-ÍF
12/03 Mjølnir-SÍ
17/03 SÍ-Fleyr
18/03 ÍF-Mjølnir
26/03 Fleyr-ÍF
27/03 Mjølnir-Ternan
Støðan:
Nr. Lið – Dystir / Stig
1 Mjølnir 12 / 31
2 SÍ 13 / 24
3 ÍF 13 / 23
4 Fleyr 13 / 18
5 Ternan 13 / 0
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo