Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Shahin Gaini er tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya.

Shahin Gaini er 51 ára gamal og føddur í Teheran í Iran. Í uppvøkstrinum búði hann í Iran, Danmark, Noregi og í Føroyum. Hann fekk studentsprógv í Oslo og nam sær síðani prógv sum lækni í 1998 frá Universitetinum í Keypmannahavn.

Longu í lestrartíðini kveiktist áhugin fyri immunologi og lívhættisligum ígerðarsjúkum so sum meningitis og sepsis. Bachelorritgerð hansara snúði seg um møguligt samband millum virusinfektiónir og diabetes mellitus typu 1. Kandidatritgerðin var um immunresponsin í sambandi við bakterielt meningitis.

Framhaldsgranskingararbeiðið hjá Shahin Gaini fór fram á Odense Universitetshospitali, har hann hevur verið knýttur at infektiónsmedisinsku deildini bæði sum klinikari og granskari síðani 2000.

Fyrst av øllum hava invasivar lívshættisligar bakteriellar ígerðir, og serliga sepsis, verið í miðdeplinum í kliniska og granskingarliga virki hansara.

Granskaraútbúgvingin var ein ph.d.-útbúgving frá Infektionsmedicinsk Forskningsenhed og Klinisk Institut á Odense Universitetshospitali og á Syddansk Universiteti. Ph.d.-ritgerðin snúði seg um eina stóra kliniska granskingarverkætlan við umleið 500 álvarsliga sjúkum sepsis-sjúklingum, har nýggjar diagnostiskar metodur vórðu kannaðar, tá talan var um lívshættisliga infektión/sepsis og immunologiskar biomarkørar í somu sjúklingum. Ph.d.-granskingin ól fimm vísindaligar greinar, sum broyttu mannagongdirnar fyri diagnostikk av sepsis, serliga viðvíkjandi leiklutinum hjá Procalcitonin versus CRP í sepsisdiagnostikki.

Shain Gaini fekk ph.d.-heiti í 2008.

Klinisku útbúgvingina í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini tók hann á Odense Universitetshospitali, Karolinska Institutet í Stockholm og Kolding Sygehus frá 2006 til 2011. Serlæknaviðurkenningina fekk hann í 2011.

Shahin Gaini hevur í tveimum umførum arbeitt sum fastur yvirlækni á Odense Universitetshospitali.

Frá 2011 til 2022 hevur hann verið knýttur at Landssjúkrahúsinum sum yvirlækni og seniorgranskari. Samstundis hevur hann vegleitt fleiri ph.d.-lesandi á infektiónsmedisinska økinum, og mangar vísindaligar greinar eru komnar burtur úr hesi granskingini, sum serliga hevur snúð seg um sepsis, immunologi, epidemiologi og Covid.

Gjøgnum alla starvsleið sína hevur Shahin Gaini verið virkin undirvísari á Syddansk Universiteti, Fróðskaparsetri Føroya og einari røð av sjúkrahúsum.

Shahin Gaini hevur somuleiðis hildið eina ørgrynnu av vísindaligum fyrilestrum á kongressum og ráðstevnum. Í 2017 stóð Shahin Gaini á odda fyri stóru norðurlendsku infektións- og mikrobiologisku ráðstevnuni NSCMID 2017, sum var hildin í Havn.

Fremsta granskingaráhugamál hansara er framvegis invasivar lívshættisligar bakteriellar infektiónir og sepsis, epidemiologi, biomarkørar, diagnostiskir markørar og neuro-infektiónir.

Shahin Gaini hevur eitt stórt altjóða kliniskt og granskingarligt net, sum er til stórt gagn fyri bæði føroyskar sjúklingar og føroyska gransking. Í løtuni er hann partur av stórum altjóða umsóknum um granskingarstuðul, og hann er framvegis vegleiðari hjá ph.d.-lesandi.

Síðani 2015 hevur Shahin Gaini verið adjungeraður lektari á Klinisk Institut á Syddansk Universiteti og síðani 2016 adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Hann hevur útgivið meira enn 55 vísindaligar greinar, har hann hevur verið fyrsti ella annar rithøvundi á meira enn 30 av teimum.

Epidemiologiska sepsisgranskingin í Føroyum hevur vakt ans altjóða og er blivin aðalávísing í sepsisfrágreiðingini hjá WHO í 2020.

Nú Shahin Gaini 1. mai varð tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya, fer hann at halda almennan professarafyrilestur, sum siður er.

Lýst verður nærri á setur.fo, nær fyrilesturin verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo