Kringvarpið: Orð og løg frá Jóan Jakku Guttesen hava í mong ár ríkað føroyska tónleikaheimin. Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganest og Vágaverk at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum.
Rock'n'roll og hippierørsla í 60unum myndaðu unga gávuríka mannin úr Sørvági, sum ikki vildi vera akademikari sum vinmenninir, men setti æru í at vera proletarur. Umframt at skriva eina perlurøð av sangum, sum flestallir føroyingar duga uttanat, hevur hann arbeitt við pensli og blikki sum málari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo