Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar Kommuna: Tórshavnar býráð samtykti í desember einmælt reglugerð um Heiðurstekin Tórshavnar býráðs. Reglugerðin fevnir um borgarar, starvsfólk, býráðslimir og borgarstjórar.

Tað er ein nevnd, sum er sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, sum ger av, hvør borgari skal hava heiðurstekin.

Nevndarlimur og navnnevndur persónur kann gera skrivligt tilmæli um, hvør skal hava heiðurstekin. Í skrivliga tilmælinum skal í stuttum greiðast frá lívssøguni hjá borgaranum, og grundgevast skal fyri, hví mett verður, at borgarin skal hava heiðurstekin. Nevndin tekur síðani avgerð um, hvørt heiðurstekin skal latast.

Tað eru longu nøkur, sum hava fingið heiðurstekin í silvuri fyri 30 ára tænastu og heiðurstekin í gulli fyri 40 ára tænastu.

Í gjár fingu 6 núlivandi borgarstjórar viðurkenning sambært reglugerðini. Vegna Lisbeth Petersen, ið var borgarstjóri frá 1993 – 1996, tóku børnini Elsa L. Joensen og Georg L. Petersen ímóti heiðurstekninum.

Poul Michelsen var borgarstjóri 1981 – 1992, Leivur Hansen 1997 – 2000, Jan Christiansen 2001 – 2004 og Annika Olsen 2017 – 2020. Heðin Mortensen hevur sitið 2005 – 2016 og aftur frá 2021.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar.

Fleiri myndir síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo