Vága kommuna: Landsstýrið hevur lagt fram sína ætlan, um hvussu vit koma aftur til ein vanligan gerandisdag har korona ikki fyllir alt.
Sjálvt um smittutølini dagliga seta met, so er sjúkrahúsverkið ikki undir trýsti, og metir landsstýrið tí, at tíðin er búgvin til stig fyri stig at fara burtur frá tí serstøðu, sum koronasmittan hevur havt seinastu tvey árini.
Sambært landsstýrinum, skulu vit framyvir síggja koronasmittuna sum eina sjúku sum vit mugu liva við, eins og vit gera við flestu øðrum sjúkum, og tað skal vera ábyrgdin hjá tí einstaka at gera av, um hann loyvir sær at verða í vanda fyri at blíva smittaður ella ei, eins og til dømis við beinkrími.
Ætlanin hjá landsstýrinum er, at frá 1. februar verða sóttarhaldsreglurnar linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett ikki skulu í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
Somuleiðis, verður mannagongdin í samband við koronakanningar broytt soleiðis, at tey sum skulu kanna seg fyri korona, eiga at gera hetta við eini skundkanning. PCR kanningar skulu frá 1. februar bert nýtast til fólk sum hava sjúkueyðkenni og tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum eru smittað. Tað vil siga húskið og fólk sum hava fingið eina positiva skundkanning.
Sambært ætlanini hjá landsstýrinum, meta borgarstjórarnir, at tað tí ikki longur er grundarlag fyri, at Vága kommuna og Sørvágs kommuna framhaldandi reka kommunalu potingarstøðina í Miðvági. Hendan avgerð er tikin í samráð við serfrøðina, og fylgja vit tí tilmælunum hjá landsstýrinum og hava valt at gevast at pota leygardagin 5. februar, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Átakið hjá kommununum í Vágum hevur verið sera væl móttikið millum borgarar í Vágum, og onnur, tí tað hevur lætt munandi um gerandisdagin, ikki at skula fara av oynni seint á kvøldi, ofta við børnum, fyri at lata seg pota í Havn ella aðrastaðni í landinum. Síðan kommunurnar sjálvar tóku stig til at bjóða borgarum í Vágum hesa tænastu, eru uml. 12.000 potingar gjørdar í Miðvági. Hetta átakið var møguligt og hevur gingið sera væl, takkað verið teimum sera dugnaligu starvsfólkunum sum vórðu sett til uppgávuna, og tað eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Eisini hava vágafólk tikið væl undir við koppsetingartilmælinum hjá landsstýrinum. Sambært hagtølunum á korona.fo, so hava 91% av vágafólki, 12ár og eldri, lagt arm til 1. prikið og 89% fingið 2.prik. Tó sær út til at talið av teimum sum hava tikið av at fáa 3.prikið stendur í stað ella veksur seint, hóast krøvini til nær 3. prik kann gevast eru linkaði.
Eins og vit gjørdu í august 2021, so hava kommunurnar bjóða seg fram at hjálpa landsstýrinum at fáa koppsett allar teir borgararnar í Vágum, sum ynskja at verða koppsettir, og eftir tølunum frá 1. og 2. priki at døma, so eru tey nógv sum aftur eru klár at leggja arm til. Sørvágs kommuna og Vága kommuna eru klárar aftur at hjálpa myndugleikunum, og vónar borgarstjórin at frætta frá landsmyndugleikunum sum skjótast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo