Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Hósdagurin var seinasti dagurin við innleiðandi kappingum í HM í dart.

Tvímansleikur hjá kvinnum
Kvinnurnar skuldu royna seg í tvímansleiki. 86 pør vóru við, og talan var um cup-kapping, so pørini vórðu útsligin, so hvørt tey taptu.

Føroyar høvdu tvey pør við. Beinta Joensen og Joan Edvør Jacobsen skuldu til skivurnar sum tær fyrstu ímóti einum pari úr Rumenia. Føroysku kvinnurnar løgdu væl út í báðum teimum dystu settunum og fylgdust við rumensku kvinnunum allan vegin, men tá settini skuldu lukkast, vóru rumensku kvinnurnar tær stinnaru. Í triðja setti var spælið eisini gott og Beinta fekk lukkað settið við fyrsta møguleika. Fjórða og fimta sett vóru júst sum tey bæði fyrstu, pørini fylgdust, men tað vóru tær rumensku, sum vóru stinnari at lukka, og tí vann rumenska parið 4-1.

Hitt føroyska parið, Birthe Sikivat og Nadja Tróndardóttir, sótu yvir í fyrsta umfari. Men ikki kann sigast at tær høvdu fingið eitt heppið lutakast, tí tær rendu seg í Annu Forsmark og Maud Jansson úr Svøríki, eitt sera roynt par sum endaði nr. 3 til EM í fjør. Svensku kvinnurnar vóru eisini klárt betra parið í dag og vunnu tryggan 4-0 sigur.

Liðkapping hjá monnum
Skráin fyri dagin hjá føroysku monnunum var liðkapping. Tey 49 londini vóru býtt í 16 bólkar, har tvey lið úr hvørjum bólki komu víðari til cup-dystir. Føroyar vóru í bólki við Italia og Belgia.

Málið var at vinna minst annan dystin og harvið koma víðari, og bestu vónirnar vóru móti Italia, sum Føroya skuldu spæla fyrsta dystin ímóti, tí Italsku og føroysku menninir høvdu klárað seg nøkunluna líka væl í einsmansleikinum mikudagin.

Og hetta skuldi eisini vísa seg at gerast ein sannur gysari. Jan McIntosh og Uni Árting løgdu væl út og vunnu fyrstu tvey settini. Jan Erik Fjallstein og Marjus taptu næstu tvey settini. Eftir hetta skiftust liðini um at vinna settini og ongantíð vóru meir enn tvey sett á muni. Við støðuna 8-6 til Italia sá eitt sindur svart út. Men Uni og Jan vóru sera neyvir í teirra síðstu settum og megnaðu at javna til 8-8. Nú høvdu allir spælt móti øllum og tí skuldu liðini velja hvør sín leikara at spæla eitt avgerandi sett. Italia valdi Basetti, meðan føroyingar valdu Jan, sum hevði vunnið á øllum fýra italiu-monnunum. Nú var drama í luftini. Basetti átti at kasta fyrst og hann legði út sum eitt óløgi við einum 180’ara og tvær ferðir 100. Jan megnaði at fáa tríggjar ferðir 100, men hetta var ov lítið, tí Basetti lukkaði við 14 pílum áðrenn Jan var komin niður á lukking og Italia vann 9-8.

Nú var setningurin hjá Føroyum greiður. Føroyar skuldu vinna á Belgia fyri at koma víðari, og tað kundi gerast ein trupul uppgáva, tí Belgia hevur Andy Baetens, ið er nr 1 á heimsstyrkilistanum, á liðnum.

Men Uni og Jan løgdu enn einaferð góðan botn við at vinna tvey tey fyrstu settini (Jan vann enntá greitt móti Baetens) og tá so Jan Erik og Jan høvdu vunnið hvør sítt sett aftrat, var støðan 4-1 til Føroyar og ein lítil sentatión lá og lúrdi. Men so vendi dysturin fullkomuliga. Belgia vann næstu fimm settini og legði seg á odda 6-4 og tá so Jan var tann einasti føroyingurin, sum megnaði at vinna nakað sett aftrat, fór Belgia avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 9-6 til Belgia og so var føroyska liðið útsligið.

Seinastu føroysku pílarnir í hesi HM-kappingini eru kastaðir. Fríggjadagin eru millum umfør á skránni og leygardagin eru allar finalurnar og endahátíð. Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnukvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo