Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Komandi borgarstjóri Bjarni Prior og fráfarandi borgarstjóri Eyðdis Hartmann Niclasen

Komandi borgarstjóri Bjarni Prior og fráfarandi borgarstjóri Eyðdis Hartmann Niclasen

Komandi borgarstjóri Bjarni Prior og fráfarandi borgarstjóri Eyðdis Hartmann Niclasen

Um fáar dagar, eru tað fýra ár síðan eg sessaðist í borgarstjórasessinum í Vága kommunu.

Tað er við takksemi, at eg nú takki fyri meg. Hesi fýra árini hava fyri meg verið sera lærurík og mennandi. Hóast eg frá byrjan havi vita, at eg helst bert fór at taka eina setu, er tað við sorgblídni at eg sigi farvæl við tey fólkini, sum eg havi verið so heppin at arbeiða og samstarva so tætt saman við hesi fýra árini mær untist at stjórna Vága kommunu.

Árið í ár hevur verið serstakt. Tað byrjaði væl við útlitum um eitt spennandi ár við framhaldandi fíggjarligum vøkstri, vaksandi ferðavinnu og gleðini at hittast til gaman við Húsagongd, Vestanstevnu, Seinsummardegi, Føroya vakrasta hálvmaraton og øðrum góðum tiltøkum, sum vit kenna tey. Men sum vit øll vita, so broyttist alt hetta á Grækarismessu. Vit vóru biðin um, ikki at hittast í stórum bólkum, halda frástøðu og helst halda okkum heima sum mest. Soleiðis hevur hetta seinasta árið í setuni hjá sitandi býráð, sum nú takkar fyri seg, verið avbjóðandi.

Hóast allar avmarkingarnar, skuldi arbeiðið í kommununi halda fram. Eg gjørdi tí av, at senda eina heilsan við kunning um hvør støðan í kommununi var, hvørji arbeiði vóru í gongd og hvør ætlanin fyri árið var. Hetta er so seinasta heilsanin frá mær sum borgarstjóra í Vága kommunu.

Sum borgarstjóri, eri eg takksom og glað fyri alt tað, hetta býráðið hevur fingið avgreitt og gjøgnumført hesi fýra árini. Avrikslistin fyri setanina 2017-2020 er langur og umfatandi.

Samskipan og fyrisiting
Fyrisitingarliga eru hend stór frambrot og umskipanir í hesi setuni. Stórar broytingar eru farnar fram á kommunuskrivstovuni og er kommunan vorðin meira professionel, sum tað sømir seg fyri eina so stóra og vaksandi kommunu. Stór krøv eru sett mótvegis kommununum og tí hava vit sett kommunustjóra at leiða tað fyrisitingarliga arbeiðið, fyri at tryggja at øll krøv verða fylgd. Harumframt er størri arbeiðsorka sett av til tekniska økið, fyri at nøkta tørvin hjá einari skjótt vaksandi kommunu.

Nýggj journal skipan er sett í verk. Við at hava sett hesa nýggju skipan í verk, er stór upprudding farin fram í gomlum málum, og eru umleið 500 gomul mál blivin málsviðgjørd og/ella lokaði. Hendan skipan professionaliserar arbeiðið hjá kommununi við at skráseta øll mál og skapar gott yvirlit yvir málini, ið koma inn. Alt annað líka, lættir skipanin um viðgerðina og viðgerðartíðina av málsviðgerðini.

Bygnaðurin á Havna- og umsjónarøkinum er somuleiðis broyttur. Ynski hevur verið um, at fáa størri fokus á havnarøkið so kommunan betur kann bjóða seg fram. Miðvágs - Sandavágs havn fær eitt handilsligt heitið sum verður Vága havn og Port of Vágar. Harvið vil kommunan fáa størri nyttu og inntøku á havnarøkinum.

Ferðavinnan er løgd í eina trygga legu við eini ferðavinnu menningarætlan, ið er gjørd í samstarv við Sørvágs kommunu og Visit Vágar.

Somuleiðis hevur arbeitt verið við, at menna samskifti hjá kommununi, framleiða meira kunningartilfar og tíðindaskriv, og at tryggja kommununi eina størri nærveru á siðbundnu- og sosialu miðlunum. Ein partur av hesum arbeiði hevur eisini verið, at gera eina nýggja heimasíðu, ið skal gera tað skjótari og lættari at finna kunning um viðurskifti hjá kommununi. Arbeiðið við heimasíðuni er liðugt og varð hon tikin í nýtslu beint fyri jól.

Nýggja heimasíðan hevur broyttan bygnað, til at vera meira brúkaravinarlig. Nógv av innihaldinum er tað sama, men er drigið fram og sostatt er lættari hjá brúkarunum at finna upplýsingar, umframt at kommunan hevur fingið fleiri nýggjar hentleikar, at kunna um viðurskifti í kommununi. Síðan er somuleiðis ment soleiðis, at hon riggar væl á øllum tóleindum, til dømis snildfonum og teldlum.

Heimasíðan er sýnisgluggin inn til kommununa, har borgarar kunnu leita eftir tænastum ella kunning. Og hon er sýnisgluggin hjá kommununi út til borgararnar, at vísa fram tænastur, minna á freistir ella tekniskar avbjóðingar, skrá fyri hvat og nær, umframt mangt annað.

Ein heimasíða verður ongantíð liðug. Fyri at hava eina góða og viðkomandi heimasíðu, má hon vera í støðugari menning og dagførast javnan. Kommunan tekur tí fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum, til hvussu síðan kann mennast enn meira.

Á Sýnini eru somuleiðis farnar stórar broytingar fram. Umskipanir eru farnar fram á leiðsluøkinum, ellisheimið er liðugt umbygt, hevur fingið nýggjan samleika, heimasíðu og journalskipan.

Vøkstur og fríðkan
Tað hevur verið stórur fólkavøkstur í Vága kommunu hesi seinastu fýra árini. Hetta hevur sett krøv til kommununa, at veita grundstykkir til eftirspurningin. Arbeitt hevur verið við at útvega meira lendi til útstykkingar. Nógv bygging fer fram við Stóraklett í Sandavági og við Olivarsveg í Miðvági. Nýggj útstykking er prosjekterað á Heiðatrøðni, har pláss verður fyri 50 grundstykkjum, har eru 8 stykkir gjørdi byggibúgvin. Arbeitt verður nú við at prosjektera eitt stórt øki norðanfyri Vakstarhúsið í Sandavági, umframt at arbeiði er sett ígongd at útvega fleiri grundstykki í Vatnsoyrum. Sum tann seinasta avtalan eg, sum borgarstjóri, havi undirskrivað, er rammuavtalan millum Bústaðir og Vága kommunu, um at byggja 5 íbúðir á Steig í Sandavági.

Spæliplássini við Gl. Skúla í Sandavági, norðuri á Sørpum og uttanfyri Skúlan á Giljanesi eru dagførd og liðugtgjørd.

Nógv arbeiði hevur eisini verið gjørt við at fríðka um í bygdunum. Miðvágur hevur fingið eitt vakurt miðstaðarøki og fríðkanartoymið hjá kommununi leggur stóra orku í at viðlíkahalda tað, umframt viðlíkahald av miðstaðarøkinum í Sandavági.

Í samband við, at tað í 2021 eru 100 ár liðin síðan fyrstu fólkini settu búgv í Vatnsoyrum, verður arbeitt við at gera eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum. Tað skal eftir ætlan standa liðugt til 100 ára dagin. Somuleiðis er Vatnsoyrar sum tann fyrsta bygdin í kommununi vetrarfriðað.

Stórt arbeiði er somuleiðis lagt í at laðað garðar heldir enn at stoypa, millum annað fram við Kálvaliðvegnum og eisini er gøtan út ímóti Trøllkonufingur somuleiðis fríðka við lágt laðaðum gróti.

Vit gleðast um, at nógv nýtt vinnuligt virksemið er komið til kommununa. Uppisjóvarskipið Katrin Johanna er komið til kommununa og eftir nógv ár hevur Snarfrost latið upp aftur. Harumframt hevur kommunan selt grundstykkið á Giljanesi til landið, har nýggjur og snotiligur bygningur til Sjóvinnustýrið skal byggjast. Eisini er nógv virksemi á Giljanesi og á keiini har Luna, Sandavágs timburhandil og J. K. Joensen byggja út. Nýtt vinnuøkið er keypt niðri á Tjørn, ið fer at geva møguleikar fyri nýggjum vinnuligum virksemi.

Asfaltarbeiðir og tekniska økið
Vága kommuna er vaksin nógv og avbjóðingarnar á tekniska økinum eru nógvar. Tað er umráðandi at alt viðlíkahald av vegum, maskinum, bygningum og tekniskum leiðingum o.a. er í tryggari legu. Tí hevur kommunan tikið í brúk skipanina Drift Web. Hendan skipan ger tað møguligt, at stýra øllum viðlíkahaldinum hjá kommununi. Somuleiðis er skipanin Preia kommununa sett í verk, har borgarar kunnu senda inn manglar og ábøtur sum tørva í kommununi, og verða fráboðanirnar skrásett beinleiðis í skipanini hjá umsjónardeildini.

Trupulleikar vóru at fáa fatur á asfalt fyrstu árini í hesari setuni. Men í ár bar til og eru hópin av asfalt arbeiðum gjørd í summar og í heyst. Tey asfalt arbeiðir, ið eru gjørd, eru Undir Stórakletti og heimari partur av Kálvalíðvegnum, vegurin oman á keiina við Fiskastykkið úti á Gjógv, og umvælingin av Miðbrekku er liðug. Inni á Støð í Miðvági, útstykkingin við Olivarsvegi og Dagmarsvegi, heimari partur av Svabosvegi og nýggja útstykkingin eystanfyri Skaldarvegi eru asfalterað. Asfalt er lagt á vegin niðan á Vágadal, vegurin til kirkjugarðin í Miðvági og á vegin niðan til Miðportur. Traðarvegurin í Sandavági er breiðkaður og verður tann síðsti geirin har eisini asfalteraður. Arbeiðið at gera gøtu millum Húsagarð og Tvørgarð er sett ígongd.

Betongarbeiði er gjørt á keiirnar í Miðvági og Sandavági, og nýggj flótibrúgv er løgd út í bátahylin í Sandavági. Nýggir pullartar verða nú settir upp á innari bryggju í Miðvági. Brandstøðin hevur fingið nýggj snotilig hølir, og maskinur og onnur útgerð hjá kommununi er samlað á einum stað, í Trolhúsinum.

Nógv kloakk arbeiði er gjørt og er í gerð. Arbeiðið at føra kloakkina í Miðvági út á Prestlandi og víðari út á streymasjógv er liðugt, og arbeiðið at gera kloakkina á Leitinum og í Sandavági er klárt at bjóða út. Somuleiðis er nýggj brimverja gjørd í Miðvági fyri at verja leiðingar, sum liggja í gøtuni fram við sandinum, ímóti nógva briminum og bakkaverjan á Sjóðberinum í Sandavági verður umvæld.

Kommunan hevur keypt lendi í grótbrotinum í Sandavági og er grótbrotið ruddað.

Prosjektering av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi er fari ígongd. Bíðað verður við 3. byggistigi, sum tó lætt kann setast í verk, tí allar innleggingar verða gjørdar til tað í 2. byggistigi.

Umframt alt tað sum eg havi nevnt omanfyri, eru nógv onnur stór og smærri tiltøk, átøk og spennandi verkætlanir framd seinastu fýra árini.

Eg fari við hesum at ynskja nýggja borgarstjóranum, Bjarna Prior og nýggja býráðnum eitt gott nýggjár og blíðan byr í sínum arbeiðið næstu fýra árini. Samstundis vil eg eisini nýta høvið at takka býráðslimunum, ið mær untist at sita saman við, fyri gott og gevandi samstarv.

Til seinast vil eg ynskja øllum borgarum í Vága kommunu, og Føroya fólki eitt gott og eydnuberandi nýggjar, við tøkk fyri tað brátt farna og við vón um at vit aftur kunnu síggjast og samlast til gaman og álvara í 2021.

Vinaliga heilsan
Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo