Ein savnsvørður á savni í Russlandi fekk listaliga hugkveiking fyrsta dagin hann var til arbeiðis.
Kanska keddi hann seg, sum ikki er óvanligt, men at keða seg so illa, at tú oyðileggur ein málning fyri fleiri hundrað túsund krónur, er tíbetur ikki vanligt.
Sjálvt um listakvinnan Anna Leporskaya (1900-1982) var liðug við málningin «Three Figures» í 1934, so var savnsvørðurin á Yeltsin Center-savninum ikki samdur við henni í tí.
Tí metti hann at fyrsta uppgáva hansara á nýggja arbeiðsplássinum var at tekna nøkur eygu á gamla málningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo