Flogskipararnir hjá SAS boðaðu í gjár frá, at teir ætla sær í verkfall um ikki nýggjur sáttmáli er undirskrivaður fyri hann sum fór úr gildi 1. apríl. Fráboðanarfreistin er 14 dagar, so onki verkfall verður fyrr enn í fyrsta lagi um 13 dagar.
Tað kemur stak illa við hjá SAS, at boðað er frá verkfalli, tí felagið er í trongum skóm fíggjarliga og leitar eftir níggjum íleggjarum.
Svenski staturin hevur longu boðað frá, at hagani koma ikki fleiri pengar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo