Atlantic: Tyrludeildin hjá Atlantic Airways hevur eina tyrlu við manning á varðhaldi alt samdøgrið 365 dagar um árið til leiting, bjarging og sjúkraflutning.
Herfyri varð eitt stórt mál rokkið, tá ið allir seks bjargararnir, ið eru knýttir at SAR/HEMS (Search & Rescue / Helicopter Emergency Medical Service), fyri stuttum vórðu góðkendir til at viðgera sjúk og skadd fólk við nýtslu av heilivági.
Tað er Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, ið hevur undirvíst og góðkent teir seks bjargararnar, sum nú eftir egnari meting kunnu nýta trý sløg av heilivági í viðgerð av sjúkum og skaddum fólki.
“Fyri tyrlutænastuna er hetta størsti dagurin, síðani vit byrjaðu uppá SAR/HEMS í 2001. Hetta tóktist sum eitt ófáiligt mál at seta sær, og at tað í dag er nátt, er ein tann størsta menningin, síðani vit átóku okkum leiting og bjarging umframt sjúkraflutning,” sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrludeildini hjá Atlantic Airways.
Góðkenningin er galdandi í seks mánaðir í senn, og eftir ta tíð skulu bjargararnir aftur til nýggja roynd, eins og teir framhaldandi skulu til undirvísing í øðrum sløgum av heilivági umframt grundfrálæruni fyri so líðandi at kunna víðka um heilivágsúrvalið til gagns fyri sjúkum og skaddum, ið tørvar hjálp.
Manningin hevur venjingar hvørja viku í bjarging á landi og sjógvi og hevur uppbygt eitt vælvirkandi og dugnaligt bjargingarlið við áralongum royndum í hesi serligu tænastu.
Fleiri stór frambrot hava verið á hesum øki, síðani Atlantic Helicopters fór í gongd við SAR/HEMS í 2001. Eitt nú vóru nýggju AW139 tyrlurnar eitt risa framstig á hesum øki við betri plássi til bjargingararbeiði, men eisini kunnu tær flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo