![Sattmalasamradingar fara nu i gongd1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/c/csm_sattmalasamradingar_fara_nu_i_gongd1_f622eed8a2.jpg)
![Sattmalasamradingar fara nu i gongd1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/c/csm_sattmalasamradingar_fara_nu_i_gongd1_f622eed8a2.jpg)
Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru so smátt byrjaðar.
Í dag var innleiðandi fundur millum samráðingarpartarnar og ætlanir eru lagdar fyri samráðingarfundirnar komandi vikurnar.
Partarnir hava avtalað fyrsta fundin at verða 22/9-21, og tá verða sáttmálakrøvini handaði pørtunum.
- Hesaferð samráðast vit við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tá arbeiðsgevarin hevur gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar.
- Sum altíð fara vit til samráðingar við vón um gott og munadygt samstarv við sáttmálapartarnar, sigur Starvsfelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo