Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni at hækka prísin á heilivági, tí tað kemur bara at ganga útyvir tey, ið eru ringasta fyri.

Hetta er ikki einasta byrðan, samgongan leggur á okkara land. Í hesum føri á fólk, ið hava tørv á heilivági.

Fólk, sum eisini fáa røð av øðrum rokningum frá landsstýrinum at rinda.

Sitandi samgongan hevur eina rúgvu av avgjaldshækkingum og lítið skiljandi spariuppskotum.

Bæði persónar og vinna standa fyri skotum.

Fyri persónar:
► Hækka bensin-og dieselavgjald
► Hækka brennioljugjald
► Hækka el-prísin
► Hækka kringvarpsgjaldið
► Minka stuðulin til avlamisbil
► Hækka egingjaldið á heilivág
► Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr. í ár niður í 5.000 kr. næsta ár
► Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024
► Útvald siglandi skulu, sum tey einastu, ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir
► Sjómannafrádrátturin skal skerjast
► Og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur

Men:
► Vælbjargaði skulu hava stóran skattalætta

► Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar, og Yngri læknar fáa tríggjar ferðir so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar

► Sendifólk skulu umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt

Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
► 4-falding av toppskattinum á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss

► Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s. áðrenn hýrur og útreiðslur

► Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu og tað meint

► Hækka bensin-og dieselavgjald

► Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.

► Hækka tungoljugjald

► Hækka el-prísin munandi á vinnuna

► Nýtt stórt avgjald á F-gass

► Vinnan skal rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú

► Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla

Meirilutin heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt verri og ójavnari samfelag.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo