Bára Silvansdóttir og Sámal Ravnsfjall verða við á Summar Festivalinum í august.
Unga songkvinnan Bára Silvansdóttir hevur útgivið einstakar sangir og EP-útgávuna Skuggar. Hon hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini og eru veruliga á veg fram. Sangirnir hjá Báru eru persónligir og byggja á upplivingar og royndir í lívinum. Hon setur orð á tankar og kenslur, og hon hugleiðir um sambond og skilnað.
Sámal Ravnsfjall telist millum mest royndu føroysku tónleikararnar. Hann hevur spælt í bólkum, og hann hevur havt óteljandi framførslur sum solistur. Sámal hevur spælt á mest sum hvørjum tanga, og eisini í útlandinum hevur hann ferðast sum tónleikari. Tá ið hann spælir live, kann hann bæði tulka sangir hjá øðrum, og hann framførir sangir, sum hann er landskendur fyri at syngja.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 10. til 12. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo