Í morgin verður lotið rættuliga frískt, uppí hvassan vind onkra løtu, smáskýggjað og kanska sirm eisini, serliga seinnapartin ella ímóti kvøldi. Hitin um 12 stig.
Týsdagin og mikudagin sólglottar og lot til frískan vind av beinum eystri, hitin uppí 13-15 stig, har ættin er góð.
Hósdagin fleyr av eystri ella landnyrðingi eystri, sólglottar og hitin 13-15 stig, har ættin er góð.
Fríggjadagin bert ein ond av eystri, nógv sól, turt og hitin 13-15 stig ella meira har ættin er góð.
Sama góðveður heldur fram næsta vikuskifti, við møkum eystanloti, sól, góðum terra og lýggjum veðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo