Russiskur yvirmaður, sum var yvirmaður umborð á kavbáti í Svartahavinum og stóð á ukrainskum lista yvir krígsbrotsmenn, er skotin og dripin av ókendum gerningsmanni, meðan hann var úti og rann, skrivar danska TV 2.
Russisk kanningarfólk siga sambært Reuters, at Stanislav Rzhitsky, 42 ár, varð skotin tíðliga mánadagin í russiska býnum Krasnodar.
Adressan og aðrir upplýsingar um Rzhitsky lógu úti á heimasíðuni Myrotvorets, ein stór óalmenn síða um fólk, sum eru fíggindar hjá Ukraina.
Í dag stóð orðið "likvideraður" við stórum reyðum stavum á myndini sum var á síðuni av Rzhitzky,
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo