Russisk framleiðsla til heimamarknaðin kann ikki koma ístaðin fyri innflutningin úr Føroyum.
Tað sigur størsta samtøkan av russiskum fyritøkum sum handla við fiskavørum sambært Intrafish.
Russland hevur ætlanir um at banna innflutningi av føroyskum fiskavørum sum aftursvar uppá føroyska havnarstongsulin ímóti russiskum skipum.
Men tað er ikki nakað gott hugskot, sigur vinnan í Russlandi við avvarðandi málaráð, tí føroyskur fiskur er ein týðandi vøra á russiska heimamarknaðinum. Og verður føroyskur fiskur bannaður á russiska marknaðinum, so fer tað at elva til stórar príshækkingar.
Fleiri enn 50 fyritøkur eru umboðaðar í mótmælinum til russisku mynduleikarnar, skrivar Intrafish.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo