![Goymsla 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/7/csm_Goymsla_02_951a40cff3.jpg)
![Goymsla 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/7/csm_Goymsla_02_951a40cff3.jpg)
Russisk missil hava í dag rakt eina korngoymslu hjá búnaðarfelag í Odesa.
Tað upplýsur guvernørurin Oleh Kiper sambært tíðindastovuni Reuters.
- Tíverri var korngoymsla hjá búnaðarfelag í Odesa rakt. Fíggindin oyðilegði 100 tons ertrar og 20 tons bygg, skrivar hann á boðtænastuni Telegram sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo