Rockbólkurin Rolling Stones skal undir nýggja Europa-turné í summar í sambandi við at bólkurin veður 60 ár.
Turnéin hevur fingið navnið SIXTY og verður talan um 14 konsertir í 10 londum, skrivar NRK.
Sangarin Mick Jagger (78) og Keith Richards (78) og Ronnie Wood (74) fáa hjálp frá trummusláaranum Steve Jordan undir turneini.
Upprunaligi trummusláarin Charlie Watts doyði í fjør, 80 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo