Í eini langari grein í kvøld ummælir borgarstjórin í Runavík bókina ”SVIK”.
Í ummælinum sigur Tobbi m.a. at tað er ikki lagnunar speisemi ella tilvild, at løgreglan, sum ikki hevði latið hoyrt frá sær um skattamálið í tvey ár, læt hoyra frá sær júst sama dag sum bókin SVIK kom út.
Tobbi vil helst geva lesaranum ta fatan, at fútin hevði fingið kaldar føtur og tí breyt tvey ára longu tøgnina, á sjálvum útgávudegnum fyri SVIK.
Men hetta er tvætl sum Tobbi kemur við.
Fútaembætið kann hava síni brek, men Tobbi skal ikki óatalaður koma við slíkum lygnum og møsni um fútan.
Sanleikin er hesin:
Seinasta mánadag sendi VP umvegis teldupost ein skrivligan fyrispurning til fútan um skattamálið hjá Eik, sum dagin eftir stóð at lesa í grein á VP - trýst her
Dagin eftir svaraði fútin skrivliga, og tøkk fái fútin fyri tað.
Svarið frá fútanum stóð straks at lesa á vp.fo - trýst her
Men dagin eftir endurgav KVF, sum so mangan áður, søguna frá VP.
Hetta hendi á útgávudegnum fyri Svik.
Eftir at KVF hevur copy&past ”fútasøguna” hevur Tobbi nú bjórað eina lygisøgu um, hví fútin gav lyd frá sær um skattamálið á útgávudegnum.
Men hetta er alt møsn úr einum enda í annan.
KVF kopierar sum vant tíðindi, meðan Tobbi tvætlar og pentar saman.
Fútin læt ikki hoyra frá sær av tí at ein bók var útkomin!
Fútin læt hoyra frá sær, tí hann fekk ein skrivligan fyrispurning frá VP.
So einfalt er tað og longri er henda søgan ikki, Tobbi.
ólavur
(fyri at Tobbi skal fáa náttarfrið og ikki liggja og gita í alla nátt, hvør skrivað hevur, er navn sett undir)
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo