Rockbólkurin Ratchid sum eru mannaðir av havnarmonnum hevur júst givið út tað fyrsta staklagið, ið hevur heitið ´Takk fyri meg´.
Tað er útgivið gjøgnum TUTL út á Spotify o.a. stroymitænastur, og Uni Debes hevur miksað og mastrað. Í tí sambandinum spæla teir leyðarkvøldið í Reinsarínum.
Teir ið mannað bólkin eru Finn Larsen, Ragnar Østerø, Eyðun Hjalt og Dan Jensen.
Teir hava ætlanir um at útgeva nøkur løg afturat í heyst og í vetur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo