Rás2: Fleiri 1000 onnur vóru illa viðfarin og millum 25 og 30.000 jødiskir menn vóru tiknir og beindir í konsentratiónslegur.
Neistin, sum festi í gløðandi jødahatri, var at tann bara 17. ára gamli jødiski Herschel Grynszpan t. 7 novembur skeyt ein diplomat á týsku ambassaduni í París sum aftursvar til at foreldur hansara vóru burturflutt saman við 17.000 øðrum jødum í kríatúrsvognum til polska markið, har tey vóru slept leys undir ræðuligum korum. Tá hesin andaðist 9. novembur eksploderaði haturin við krystall-náttini og eftirfylgjandi jødatýningini um alt evropa undir 2. heimsbardaga.
Rás 2 fer at minnast hendingina hósdagin 9. novembur, har vit allan seinnapartin seta sjóneykuna á søguna og støðuna í dag – eftir 7. oktobur 2023. Eisini práta vit um sambandi millum Føroyar og Ísrael eins og vit frætta úr Ísrael og tosa við ísraelar bæði í og uttanfyri Føroyar. Lurta á Rás 2 hósdagin 9. novembur frá kl 13:00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo