Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Rannvá Álaberg gevur út nýtt staklag við heitinum "Einglaveingir". Hettar er triðja staklagið hjá henni.

Áður eru løgini "Tigandi tøgnin" og "Vitleys" komin út, ið bæði vóru væl móttikin og hava verið nógv at hoyrt. Stílurin er tó broyttur eitt sindur síðani, fyrsta lagið.

Einglaveingir er eitt upp tempo rokk/popp lag.

Rannvá eigur bæði orð og lag, og John Ivar Venned hevur lagt allan tónleikin til rættis og framleitt.

Tey bæði arbeiða í einum tøttum samstarvið, og hava nógv løg liggjandi klár til upptøku.

Tónleikarnir ið eru við á hesi útgávuni eru:
John Ivar Venned - Guitar
Eyðun Johannesen - bass
Henning Nicodemussen - Trummur
Og Rannvá Álaberg - Sang og kór

Upptøkan var gjørd í Studio Bloch í Havn og Mikkjal Hvannastein hevur staðið fyri mixing og mastring.

Tað er plátufelagið TUTL, ið gevur lagið út.

Samband: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo