Fríggjadagin 1. desember útgevur Ragnar Finsson nýggja fløgu. Íblásturin kemur frá fólkatónleikinum og útgavan er ein blanding av egnum løgum og nútímans tulkingum av gomlum fólkavísum, blues- og bluegrassløgum.
Á útgávuni, sum ber heitið ‘As The Sun Sinks Down’, roynir Ragnar Finsson seg sum solist, framleiðara og arrangør. Afturat sær hevur hann royndar, føroyskar tónleikarar.
Lagið 'Pictures', sum seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt í útvarpsrásunum, er fyrsta lagið av fløguni, sum er sett í umfar. Umframt egin løg, kveikir Ragnar á útgávuni nýtt lív í bretskar vísur og traditionell amerikonsk løg.
Vit kenna Ragnar frá føroyska tónleikapallinum, har hann hevur verið virkin bædi sum solistur og gittarleikari. Popplagið 'Headed For The Sun' varð í fjør nominerað sum ársins lag á FMA.
Løgini 'Wish i could stay' og 'Tired' hava eisini verið í umfari í útvarpsrásunum.
Hann hevur verið gittarleikari hjá føroyskum tónleikarum so sum Jens Marna, Lenu Anderssen, Una Debess og Kristinu Bærendsen og í fjør vann hann við bólkinum Bluesette tónleikakappingina Sement.
Í løtuni býr Ragnar í Malmø, har hann gongur á fólkatónleikakonservatorium.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo