Tórshavnar kommuna: R. C. Effersøes gøtu verður stongd frá Tjaldursvegnum til Húsagøtu frá mikukvøldinum 17. juli klokkan 18.30 til hósmorgunin 18. juli klokkan 6. Vegurin er stongdur í sambandi við grevstri fyri kloakk tvørturum vegin.
Bussleiðin er umløgd, meðan arbeiðið fer fram: Leið 1, 2, 3 og 5 koyra eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum og R. C. Effersøes gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo