Jacoba Niepoort, listakvinna, prýðir veggin á Hotel Tórshavn, sum vendur niðan móti Vaglinum, og hon roknar við at gerast liðug við málningin fyrst í august.
Saman við fleiri øðrum listafólkum prýðir Jacoba Niepoort Havnina í løtuni.
Vit vóru framvið ein túr og fingu eitt stutt orð á Jacobu Niepoort, meðan kristiligt útimøti var á Trappuni, og sum skilst á henni, so er hetta ikki fyrsta uppgávan, sum hon hevur fingið, tá ið talan er um at prýða veggir. Tað hevur hon gjørt í fleiri londum, 40 londum tilsamans.
Fleiri av verkunum hjá Jacobu Niepoort kunnu síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo