Arbeiðið við at endurskoða prísskipanina hjá Strandfaraskipum Landsins fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum, og at endurskoða prísir fyri útlendsk ferðafólk er nú komið á mál, og verður sett í verk eftir ársskiftið.
Tí boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Dennis Holm, landsstýrismaður, fer at greiða frá endamálinum og leistinum fyri nýggju prísskipanini á tíðindafundi fyrrapartin í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo