Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg, lækkaðir úr kr. 100 til kr. 50.

Prísirnir fyri stakar túrar vera óbroyttir kr. 300,-. Vit hava staðfest, at næstan 99% av føroyskt skrásettu akførunum í hesum bólki hava hald. Flestu akfør sum gjalda kr. 300 eru útlendskir bussar.

Prísir frá 1. juni 2022 í Vága- og Norðoyatunlinum

 

Stakir túrar

Við haldi

Undir 3.500 kg

100 kr

  20 kr*

Yvir 3.500 kg

300 kr

50 kr 

*Avsláttarskipan fyri akfør undir 3.500 kg í Vága- og Norðoyatunlinum: Fyrstu 25 túrarnir aftur og fram (t/r) í einum mánaði kosta kr. 20,- pr túr, eftir hetta er prísurin kr. 0,- pr túr restin av tí ávísa mánaðinum. Sostatt fer gjaldið ikki upp um kr. 500,- fyri hvønn mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo