Ein popstjørna í Indonesia helt áfram at syngja eftir deyðiligt slangubit undir eini konsert.
29 ára gamla sangarinnan er kend fyri at bera slangur undir sínum famførslum. Men kobraslangan hon dansaði við sunnudagin hevði framvegis eiturkertlar.
Irma Bule sang í 45 minuttir áðrenn hon small saman á pallinum, eftir slangubitið.
Hon er helst bitin eftir at hon stóð á slanguni undir einum stunti í landsbýnum Karawang, West Java, skrivar NRK.
Hon var síðan koyrd á sjúkrahús, har hon doyði seinni skrivar Sky News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo