Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eitt ár kann hava stórar politiskar broytingar. Tað má sigast, nú vit snara úr 2019 inn í 2020, triðja tíggjuárið í 21. øld.

Tann ideologiskt ‘reini’ Aksel, fyrr løgmaður, hevur eina meginreglu: Fólkaflokkurin má ikki fáa politiska ávirkan. Aksel mist Sonju og Kristin í hvør sítt ideologiska borði.

Javnaðarflokkurin tapti yvir 600 atkvøður til valið og fall frá nógv størsta til ‘nógv’ næststørsta flokk.

Tey, ið duttu av í vinstrasvinginum til valið vóru: Eyðgunn Samuelsen, Kristianna W. Poulsen, Jónleif Johannesen og Rigmor Dam. (Kári Kul rakk bert 15. plássi).

Fólkaflokkurin vaks úr 3. størsta til nógv størsta flokk. Hann vann 2.200 stemmur netto (munur íalt frá Javnaði til Fólkaflokk 2.800 atkvøður). Jørgens ‘karma’.

Veljarin, ikki Aksel, ræður. Aksel lá sum Hillary.

Sambandið fór úr 4. upp á 3. pláss í stødd, tó 400 atkvøður minni enn Javnaðurin. Men hann er so bleytur ideologiskt, at hann kundi velja og vraka millum borgarliga og sosialistiska samgongu og fekk tískil Bárð til løgmann í báðum førum.

Størsta bakkastið fekk Tjóðveldi, ið nú kundi itið ‘Alt for damerne’. Høgni er nú einasti ideologiski (geld)kokkur í tí republiska ‘høsnahúsinum’ ella ‘bindiklubbanum’ og hevur aftur ført flokkin niður á botn í ‘jo-jo’ gongd floksins í tingstødd.

Høgnasa kommunistiski tramanskapur (tjóðartøka av ‘ogn Føroya fólks’) leyp øði í veljarar kring alt landið, enntá í Havn. Tey settu Fólkaflokkin í landsstýrið at rudda.

Tjóðveldi eigur nú bert ein tingsess uttan fyri Havnina (Sirið í Suðuroy) og ongan norðan, eystan ella vestan fyri Hoyvík. Nú eru bara excel-ørk og kaffi-latte eftir.

Høgni knústi flokkin so altráur at elta Oskarson, Jóannis Jacobsen og Kára Petersen (búskaparfrøðingar) at stjala hýru frá sjómonnum, tí nakrir tjena ov nógv.

Føroyski veljarin sýtti tvørt at fylgja hesi níðingsætlan Høgna at tjóðartaka fiskivinnuna (‘ogn Føroya fólks’).

Annars høvdu bæði hon og Føroyar liðið somu lagnu sum landbúnaðurin í Zimbabwe undir Mugabe, sukurvinnan á Kuba undir Castro og oljuvinnan í Venezuela undir Chavez og Maduro. Totalt samanbrot.

Føroyingar halda tað vera fínt, at Høgni syndrar Tjóðveldi, bara ikki Føroyar. Veljarin ræður enn og ikki Høgni (sjálvt ikki við KvF til hjálpar). Hygg bara at Corbyn, so kargur, smásintur, tvitin og politiskt vandamikil, sum hann sær út.

Mannfallið var øðiligt: Tann republiska hópgrøvin hýsir nú hesum politisku rovum aftrat: Reynatúgvu, Ingolf S. Olsen, Tobba Jacobsen, Paula Trond Petersen, Óluvu Klettskarð, Katrin Kallsberg, Fríðriksmørk og (nr. 17 á taparalistanum!) Magna Arge.

Tjóðveldi lokkaði sjálvt ta kokurakaðu Sonju at stilla upp á kvamsvís sum ælabogaflaggberi, men Høgni tveitti hana fyri Løwe(na). Beinta ‘át’ Sonju og ber nú tann marglitta fánan.

Flokkurin, ið vil gleiva úr Catalonia vestur um Írland til Barentshavið, vera LGBT- femin(as)ist-, antirasist-, klimaterrorist-, sosialist- og nationalistflokkur, skræðir tær politisku buksurnar.

Eitt klókt danskt orðatak hjá Peder Lolle úr 14. øld sigur: “Monne mus som fæ fjærte, visselig røv revne.” Tí eru nú 5 tingfólk hjá Tjóðveldi brókaleys. 

Hoydal rennur runt sum avhøvdað høna, enn í buksum. Veljarin, meinigi føroyingurin hugsar LOL, narrar sær hendurnar og gleðist yvir standin hetta 10-áraskiftið. Privati ognarrætturin aftur í hásæti.

Tey av Tjóðveldis vælaliði, ið kanska bera boð á ting um 4 ár, velja helst Hoydal aftur til formann í tí nationala og sosialistiska tungmálmsflokkinum, ‘trumm-trumm-trallala, kalt er í fjøllum hjá trøllum....’

So er tað triðja hjólið í farnu sosialistisku samgongu, Framsókn. Hann misti 700 atkvøður (heili 30%) av tí lítla, hann átti. Formaðurin datt við neyð og deyð inn um tinggáttina, og LGBT-flokkurin fall í stødd niður um Miðflokkin, sum vann nakrar atkvøður og fekk góðan sess (enntá 2 málsøki) í borgarliga landsstýrinum.

Gamla Sjálvstýri, ið fekk sær ‘nýtt’ fornavn seinast, skifti eigara og heimstað (á Tvøroyri) hesa ferð og má nú kallast ‘spildurnýtt’ Sjálvstýri. So velst um handalag samgongunar at kyrra Kristin at sær, so hann kennir seg heima og fær ávirkan har.

500 atkvøður fóru fyri hund og heyk. Kannabis- og Føroyaflokkurin fingu helst allar sínar atkvøður frá teimum trimum sosialistisku flokkunum, ið ráddu Føroyum farna valskeið, men sum nú liggja barlangir undir veljarans dómi, vónandi í 4 ár, sum teir hava reitt.

Veturin líður, summarið kemur, jørðin gerst so blíða.....

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo