Mauricio Pochettino hevur fingið sekkin sum venjari í Tottenham Hotspur eftir meira enn fimm ár í felagnum.
Spurs hevur ikki fingið eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið, og nú er so 47 ára gamli venjarin úr Argentina koyrdur til hús sum ein fylgja av hesum.
Spurs liggur í løtuni á einum 14. plássi í Premier League við 14 stigum, 11 stig aftanfyri Manchester City á 4. plássinum.
Pochettino hevur ført Spurs í topp 4 hvørt ár síðan 2016, og fyrr í ár leiddi hann felagið í Champions League finaluna.
Enn er ógreitt, hvør tekur yvir eftir Pochettino í Tottenham.
BREAKING: Representatives of Tottenham and Jose Mourinho are this evening locked in negotiations for the Portuguese to replace Mauricio Pochettino.
— Sky Sports News (@SkySportsNews) November 19, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo