Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talgildu Føroyar: Talgildu Føroyar eru gjørdar varugar við, at nógvir føroyingar hava fingið SMS boð sendandi frá útlendskum numrum, har tey verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at virkja bankakontu sína.

Talan er um phishingálop, har óviðkomandi royna at fáa fatur á tínum persónsupplýsingum.

Vit heita tí á øll um ikki at trýsta á leinkið.

Leinkið sjálvt líkist tí hjá Samleikanum ella BankNordik, men tá hugt verður nærri sæst, at hetta ikki er samleikin.fo, og tú verður sendur til eina fremmanda síðu, ið biður um persónsupplýsingar.

Tað er týdningarmikið, at vit altíð eru varðin, tá ið vit eru á netinum, og at vit ikki skriva okkara persónligu upplýsingar á fremmandar síður.

Tá ið tú ritar inn við Samleikanum, verður fráboðan send appini, so tú ert vísur í, at tað ert tú, ið ert farin undir at rita inn. Um tú ikki ert í fer við at rita inn, skalt tú altíð vera varin.

Starvsfólk á Talgildu Føroyum og KT Trygd á Gjaldstovuni arbeiða við at steðga SMS boðunum. Einki trygdarbrot er framt á Samleikan, og tú kanst trygt brúka Samleikan til at innrita í netbankan.

Les meira um hvat phishing er á www.kt-trygd.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo